Brimil fylgir nú Klevstrand til Føroya

Brimil fylgir nú Klevstrand til Føroya
Skipini verða væntandi á Fuglafirði fyrrapartin í morgin
Brimil fylgir nú Klevstrand, og skipini verða væntandi á Fuglafirði fyrrapartin í morgin.
Mynd: FleetMon  
 
01.03.2022 - 16:19

Brimil kom til farmaskipið Klevstrand klokkan tíggju minuttir í hálvgum fýra seinnapartin, og fylgir nú skipinum til Føroya.

Tað boðar MRCC frá.

Neyðugt er tí ikki hjá trolaranum Bresti, sum var hjá farmaskipinum, at fylgja danska farmaskipinum longur á leið.

Tað var stutt fyri klokkan sjey í morgun, at MRCC fekk neyðarkall frá danska farmaskipinum, sum var statt einar 100 fjórðingar í útnyrðing úr Mykinesi. Veðrið var vánaligt, og skipið hevði fingið sjógv í maskinrúmið.

Tað hevði skammlop við sær, og skipið misti allan streymin.

 

Tamarhald á støðuni

Fyrstu boðini frá skipinum vóru, at manningin mátti av skipinum sum skjótast.

Manningin fekk seinni tamarhald á støðuni og boðaði frá, at neyðugt var ikki at taka manningina av Klevstrand.

Føroyska bjargingartyrlan var eisini hjá skipinum. Hon steðgaði eina løtu, og fleyg so aftur til lands.

Klevstrand kann ikki sigla meira enn fimm fjórðingar um tíman, og tí verður tað ikki fyrr enn fyrrapartin í morgin, at skipini eftir ætlan koma á Fuglafjørð.

Seks mans eru við danska farmaskipinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655