EB/Streymur sorlaði FC Lusitanos

EB/Streymur sorlaði FC Lusitanos
EB/Streymur er komið víðari úr fyrsta undankappingar umfarinum í Champions League við knúsandi 5-1 sigri á FC Lusitanos
EB/Streymur vann í kvøld stórsigur á FC Lusitanos og er víðari í Champions League kappingini
 
10.07.2013 - 00:00

EB/Streymur lat ongantíð nakran iva vera um, hvat var tað betra liðið, tá teir í kvøld tóku ímóti FC Lusitanos úr Andorra. EB/Streymur kundi komið víðari við 0-0 ella 1-1 javnleiki, men teir fóru eftir sigrinum frá fyrsta bríksli.

Arnbjørn Hansen legði sundalagsmenn á odda, tá 3. minuttir vóru farnir og tá Levi Hansen so økti tá 39 min. vóru spældir var ikki nógvur ivi um, hvar sigurin fór.

EB/Streymur skal spæla ímóti Dinamo Tblisi úr Georgia í næsta umfari. Fyrri dysturin verður í Georgia um eina viku.

EB/Streymur - FC Lusitanos 5-1 (2-0)

3 min: 1-0: Arnbjørn Hansen 
39 min:2-0: Levi Hanssen 
65min: 2-1: Luis Dos Reis 
72min: 3-1: Gunnar Zachariasen.
84min 4-1: Levi Hanssen .
90 min 5-1: Leif Niclasen 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758