Tveir dystir í Betri-deildini í dag

Tveir dystir í Betri-deildini í dag
Tveir dystir verða spældir í bestu fótbóltsdeildini við monnum í dag. Báðir byrja klokkan trý
B36 tekur ímóti B68, og NSÍ vitjar EB/Streym
 
06.03.2022 - 14:37

Tveir teir seinastu dystirnir í fyrsta umfari av Betri-deildini við monnum verða spældir í dag.

B36 tekur ímóti B68 í Gundadali og við Margáir vitjar NSÍ hjá EB/Streymi.  Báðir dystirnir byrja klokkan 15.

Meistararnir byrjaðu sannførandi

Í gjár vóru fýra dystir. 

Meistararnir, KÍ, komu væl frá byrjan, tá teir vunnu sannførandi á uppflytarunum av Skála. Páll Klettskarð skeyt tvey mál í 3-0 sigrinum. Hitt var sjálvmál.

HB vitjaði uppflytararnar, AB, á Argjum, og endin var, at havnafelagið vann 3-1. Stefan Radosavljevic legði HB á odda við brotssparkið, men AB javnaði beint eftir - eisini frá ellivu metrum.

HB avgjørdi í seinna hálvleiki, tá Adrian Justinussen og Pætur Petersen skoraðu.

Á Dungasandi í Sørvági tók 07 Vestur ímóti Víkingi. Tvær ferðir legði heimaliðið seg framum, men endin var, at útiliðið vann 3-2. 

Mads Borchers og Janus Svabo Samuelsen skutu málini fyri 07 Vestur, meðan Olaf Bárðarson, Andreas Lava Olsen og Gunnar Vatnhamar skoraðu fyri Víking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343