Føroysk flogbóltslandslið í undankappingum fyri fyrstu ferð

Føroysk flogbóltslandslið í undankappingum fyri fyrstu ferð
U21-landsliðið við kvinnum og U22-landsliðið við monnum vera í næstum við í CEV EuroVolley-undankappingum. Hetta er fyrstu ferð, at flogbóltslandslið eru við í undankappingum
Føroysku flogbóltslandsliðini skulu nú undir nýggja avbjóðing
 
10.03.2022 - 10:05

Í mai skriva tvey føroysk flogbóltslandslið søgu, tá tey skulu dystast í sokallaðum CEV EuroVolley-undankappingum.

Talan er um U21-landsliðið við kvinnum og U22-landsliðið við monnum. Hetta er fyrstu ferð, at føroysk flogbóltslandslið eru við í slíkari undankapping til endaspøl, skrivar Flogbóltssambandið.

Kvinnurnar skulu til Eysturríki, har mótstøðuliðini verða Bulgaria, Ísrael og vertstjóðin.

Menninir skuldu eftir ætlan spæla ímóti Bulgaria, Fraklandi og Ungarn, men russiska innrásin í Ukraina hevur gjørt, at bæði Russland og Hvítarussland eru útihýst frá CEV-kappingum, og bólkarnir eru tí skipaðir av nýggjum.

U22-skal í staðin royna seg ímóti Lettlandi og Serbia í Lettlandi. Sum skilst eru øll liðini sterk, men serliga Serbia og Bulgaria teljast ímillum stóru flogbóltstjóðirnar.

Venjaratoymini, Lars Engell og Kristian Mikkelsen hjá kvinnunum og Jens Bang og Suni Hansen hjá monnunum, arbeiða í løtuni við hópunum, sum verða úttiknir í næstum. 

Í august skulu A-landsliðini hjá kvinnum og monnum spæla CEV-undankapping fyri fyrstu ferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Hósdag 15. januar
Morgunlestur hósdagur 15.januar 2026
202444
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571