Nú eru 53.752 fólk í Føroyum

Nú eru 53.752 fólk í Føroyum
Hagstovan væntar, at fólkatalið verður 54.000 um fáar mánaðir.
Fólkatalið er vaksið 784 fólk seinasta árið.
Mynd: Hagstovan  
 
10.03.2022 - 10:52

1. februar vóru 53.752 fólk í Føroyum, vísa nýggj tøl frá Hagstovuni. 

784 fólk løgdust aftrat seinasta árið, og vøksturin er 1,5 prosent.

Tað er sami luftfalsligi vøkstur, sum hevur verið fleiri undanfarin tíðarskeið, og heldur gongdin fram, verða vit 54.000 fólk um fáar mánaðir, væntar Hagstovan.

 

Nettoflytingin 538 fólk

Ein triðingur av vøkstrinum stavar frá burðaravlopinum, sum var 246 fólk, og tveir triðingar stava frá nettoflyting, sum hevur verið 538 fólk seinasta árið.

Burðaravlopið er munurin millum fødd og deyð, og nettoflytingin er munurin millum til- og fráflyting.

Seinasta árið hevur verið fólkavøkstur í øllum økjum uttan í Sandoynni. Afturgongdin í Sandoyar-økinum var 2,2 prosent.

Størsti vøkstur var í Suðurstreymi og í Eysturoynni, 2.1 prosent.

Sí meira um fólkatalið her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985