81 menn eru avrættaðir um vikuskiftið

81 menn eru avrættaðir um vikuskiftið
Talan er um eina stóra hækking í talinum av avrættingum, tí alt árið í fjør vórðu 67 avrættingar framdar í Saudi Arabia, og í 2020 vóru tær 27 í tali
 
13.03.2022 - 13:58


Saudi Arabia hevur um vikuskiftið avrættað 81 menn, harímillum sjey menn úr Jemen og ein úr Sýria. Menninir vóru ákærdir fyri eitt nú yvirgang og frávíkjandi sannføringar, sum sagt verður.

Hetta skrivar almenna saudiska tíðindastovan SPA sambært The Guardian.

Talan er um eina stóra hækking í talinum av avrættingum, tí alt árið í fjør vórðu 67 avrættingar framdar í Saudi Arabia, og í 2020 vóru tær 27 í tali.

"Hesir persónarnir vórðu dømdir fyri ymisk brotsverk, millum annað fyri at myrða ósekar menn, kvinnur og børn," endurgevur SPA saudiska innanríkisráðið fyri at siga.

Saudi Arabia hevur í nógv ár fingið átalur frá altjóða samfelagnum fyri at fara lætt um mannarættindi, men saudisku myndugleikarnir afturvísa atfinningunum. Sagt verður, at teir ákærdu, sum vórðu avrættaðir um vikuskiftið, allir fingu rætt til ein sakførara, og at teirra borgararættindi vóru tryggjað undir allari rættargongdini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373