Lík verða til sankutøð

Lík verða til sankutøð
Nýggjasta rák innan handfaring av líkum er at gera tey um til sankutøð, heldur enn at jarða ella brenna tey
Soleiðis síggja sankutøð av einum líki út, tá líkið hevur ligið í einum av kassunum hjá Return Home-virkinum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
21.03.2022 - 18:00

Øll kenna vit siðbundnu jarðarferðina, har deyðu likamini hjá okkara kæru verða løgd í eina kistu og síðani jarðað. 

Flest øll kenna eisini til møguleikan at líkbrenna, ella kremera. 

Return Home eitur ein fyritøka í Washington, ið bjóðar ein heldur øðrvísi máta at handfara lík. 

Lík, Sankutøð

Frítekst tagging: 

 

Lík til sakutøð

Return Home bjóðar seg til at gera lík til sankutøð, kompost, áðrenn líkini verða latin aftur til jørðina.

"Terramation" kallast mannagongdin, tá deyð likam verða gjørd til sankutøð, og staturin Washington var tann fyrsti í USA, sum í 2019 gav loyvi til nýggju mannagongdina. 

Sjálv tilgongdin at gera likam til sankutøð tekur 30 til 60 dagar. Likamið verður koyrt í ein stálsylindara við luft og súrevni, fukti og hita, sum verða stýrd við teldum. 

Lík, Sankutøð

Frítekst tagging: 

74 lík um mánaðin

Return Home klárar at gera 74 lík um til mold um mánaðin. 

Tað hevur nógvar fyrimunir at gera deyð likam til sankutøð, í staðin fyri at jarða ella brenna tey, heldur Micha Turnman frá Return Home. 

Gravir kunnu lata vandamikil evnir frá sær, og so taka tær pláss, og tað er ikki serliga umhvørvisvinarligt at brenna lík. 

"Okkara natúrliga tilgongd er burðardygg, og betri fyri jørðina."

Lík, Sankutøð

Frítekst tagging: 

Kostar upp til 37.000 krónur

Tað er ikki ókeypis at verða gjørdur til sankutøð. Tað kostar millum 4.000 og 5.500 dollarar, sum svarar til 27-37.000 krónur. Tá er flutningurin av líkinum og annað ikki íroknað. 

Tá alt kemur til alt, so verður eitt lík til umleið ein rúmmetur av sankutøð. Avvarðandi kunnu brúka tað til at taða jørðina, koyra tað í eina urnu, ella senda tað til ein skóg, ið er til endamálið. 

Lík, Sankutøð

Frítekst tagging: 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084