- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg farin undir samráðingar
Arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg farin undir samráðingar
Sáttmálarnir við tey fimm arbeiðarafeløgini fara úr gildi 1.mai.

Frá semingsroyndini millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar fyri tveimum árum síðani. Á myndini Georg F. Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
22.03.2022 - 08:46
Samráðingarnar millum Føroya arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini eru byrjaðar.
Sáttmálakrøvini vóru latin fyri einari viku síðani, og næsti fundur verður 7. apríl.
Føroya arbeiðsgevarafelag hevur 40 sáttmálar við 20 fakfeløg.
Samráðingarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í hesum samráðingarumfarinum hjá Føroya arbeiðsgevarafelag.
Sáttmálarnir við tey fimm arbeiðarafeløgini fara úr gildi 1. mai.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV