Samráðast um at leiga Herjólf í tvey ár

Samráðast um at leiga Herjólf í tvey ár
Íslendingar vilja ikki selja skipið fyrr enn um tvey ár, og nú verður samráðst um, hvussu leiguprísurin kann fara upp í keypsprísin
Fyribils er ætlanin at leiga Herjólf 3, tí íslendingar vilja ikki selja skipið fyrr enn um tvey ár
Mynd: Vesselfinder  
 
23.03.2022 - 12:20

Samráðingarnar millum Strandfaraskip landins og Vegagerðina í Íslandi um ferjuna Herjólf III halda fram.

Fundir eru í dag og fríggjadagin.

Vegagerðin vil ikki selja Herjólf III fyrr enn um tvey ár. Talan er tí um, at Strandfaraskip landsins skulu leiga Herjólf III í tvey ár.

Samráðingar eru millum annað um, hvussu tað, sum Strandfaraskip landins rinda í leigu hesi tvey árini, skal fara upp í keypsprísin um tvey ár.

Ætlanin er, at Herjólfur III skal sigla saman við Smyrli á Suðuroyarleiðini og fyri Smyril, tá hann skal í dokk seint í summar, í august ella september.

Tá Herjólfur IV, sum kom fyri Herjólf III, skal í dokk í oktober, fer Herjólfur III til Íslands at loysa av.  

 

30 mió. kr. 

Í fjør summar skrivaðu íslendskir miðlar, at Herjólfur III var til sølu fyri góðar 30 milliónir danskar krónur.

Herjólfur III er bygdur í Noregi í 1992 og er 2.222 bruttotons.

Skipið er 71 metrar langt og 16 metrar breitt og tekur 500 ferðafólk og 55 bilar. Ferðin er 16,5 míl.

Talan er tí um eitt skip, sum er nakað væl minni enn Smyril.

Smyril kann taka 800 ferðafólk um veturin og 950 um summarið. Hann tekur 200 bilar ella 30 treilarar. Og Smyril kann sigla 21 míl.
   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375