Ole Jakob dreyar nýtt lív í Miusa træ

Ole Jakob dreyar nýtt lív í Miusa træ
Soleiðis verður ein træstubbi til ein lampuskíggja. Ole Jakob Nielsen hevur síðani jólaódnina í 1988 at kalla bert arbeitt við føroyskum viði.
29.03.2022 - 14:00

Jólaódnin í 1988 gjørdist eitt vegamót fyri smíð-læraran Ole Jakob Nielsen.

Yvir nátt varð stórur partur av viðarlundini í Havn slaktað.

Í øllum meiningsloysinum fann Ole Jakob Nielsen eina meining við sínum lívi: 

 - Hann skuldi dreya nýtt lív í føroysk trø - restina av lívinum.

Nýggjasta træið í røðini er Miusa træ, sum varð felt í fjør.

Træið hevur verið partur av býarmyndini við Vaglið í Havn; men tá nýggja torgið varð gjørt, varð fylt ov nógv mold rundan um, og træið doyði.

Ein troyst er, at Ole Jakob Nielsen hevur fingið ein træstubba heim til Leynar at turka og síðani dreya og endurnýta til antin lampuskíggjar ella skálir.

Sí alla sendingina Lyst 53

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Mánadag 13. januar
Húsbóndin í gulu húsunum
186239
Mánadag 13. januar
Orðaval #8 - jól og veður
186210
Mánadag 13. januar
Góðan morgun Føroyar
186207
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182