Fiskavirkisskipan hevur higartil kostað 670 milliónir

Fiskavirkisskipan hevur higartil kostað 670 milliónir
Tað eru fólk á teimum stóru virkjunum, sum fáa flestar pengar úr fiskavirkisskipanin hjá ALS
ALS stýrið heldur ikki nógv um fiskiavirkisskipanina.
 
29.05.2025 - 15:49

Tað eru fólk á teimum stóru virkjunum, sum fáa flestar pengar úr fiskavirkisskipanin hjá ALS.

Í fjør brúktu 25 virki skipanina.

Ovast á listanum er Bakkafrost.

Har eru góðar 3,2 milliónir krónur fyri 30.791 tímar.

Aftaná koma TG Seafood, Varðin Pelagic, Faroe Origin og Kósin.

Tá lítið ella einki er at gera á fiskavirkjunum, havi fólk rætt til arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini í mesta lagi í 32 tímar.

Í fjør brúkti ALS 17,1 millión krónur í arbeiðsloysisstuðli til fólk í fiskavirkisskipanini.

Hetta eru 40 prosent minni enn í 2023.

Í tey 32 árini, fiskavirkisskipanin hevur verið, hevur hon kostað 670 mió. kr.

Í fjør vóru 982 fólk í skipanini við ársbyrjan og 1.050 við árslok. 

Tey fingu fyri 142.770 tímar, 80 ársverk.

Í løtuni er 923 fólk í skipanini. 

Talið hevur verið heilt uppi á 1.600. Tað var fyrst í øldini.  

Avbjóðing

Avbjóðingin við fiskavirkisskipanini er, at hon skeiklar arbeiðsmarknaðin, sigur ALS stýrið.

Skipanin heldur arbeiðsmegi í eini vinnu, har tað javnan einki arbeiði er.

Stórur tørvur er á arbeiðsmegi í øðrum geirum og í øðrum vinnum, har henda arbeiðsmegin hevði givið størri íkast til føroyska búskapin og til virðisskapanina í Føroyum, sigur ALS stýrið.

Ein aðalregla í Arbeiðsloysisskipanini hevur altíð verið, at fyri at hava rætt til arbeiðsloysisstuðul 
skulu fólk vera tøk til at átaka sær arbeiði, tey hava førleikar til.

Í fiskavirkisskipanini var hendan meginreglan broytt í fjør, so tað ikki longur er ein treyt, at fólk skulu vera tøk á arbeiðsmarknaðninum.

Nógvir útlendingar arbeiða á fiskavirkjum. 

Teir hava staðbundið og tíðaravmarkað arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Teir kunnu tí ikki arbeiða hjá øðrum arbeiðsgevara enn fiskavirkinum, tey eru á.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168