Tríggir avgerandi fundir um Ukraina í dag

Tríggir avgerandi fundir um Ukraina í dag
Tað er fyrstu ferð, at amerikanski forsetin eisini er á fundi í ES-ráðnum
Joe Biden, forseti, á toppfundi í Nato í dag. Hann verður eisini fundinum, sum ES-ráðið heldur í Brússel í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.03.2022 - 13:02

Tríggir avgerandi fundir um kríggið í Ukraina eru í dag.

Nato-fundur verður hildin í Brússel um støðuna í Ukraina, og samstundis hava ES-ráðið og G7-felagsskapurin fund.

G7 londini vóru fyrr G8-lond, men Russland var tveitt út í kjalarvørrinum av hertøkuni av Krim-hálvoynni.  

Tað er ein søgulig løta, tí tað er fyrstu ferð, at amerikanski forsetin, Joe Biden, eisini er á fundi í ES-ráðnum.

Londini viðgera, hvørji nýggj tiltøk, bæði hernaðarlig og handilslig, ber at seta í verk ímóti Russlandi. 

 

Hoyr samrøðu, sum Kári Mikkelsen gjørdi við Elina Mortensen, føroysku sendikvinnuna í ES, her:

 

1517292

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808