Løgmaður á almenna vitjan í Grønlandi

Løgmaður á almenna vitjan í Grønlandi
Løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin fara m.a. at umrøða fiskiveiðusamstarv og arbeiðið í Arktiska Ráðnum
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er farin á almenna vitjan í Grønlandi.
 
25.03.2022 - 16:38

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er á veg á almenna vitjan í Grønlandi. 

Almenna vitjanin byrjar í morgin og heldur fram til hósdagin í næstu viku. Grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede er vertur fyri vitjanini.

Á fundi sínamillum skulu løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin m.a. umrøða fiskiveiðusamstarv, arbeiðið í Arktiska Ráðnum og arbeiðið í Samstarvsráðnum, har Føroyar hava formansskapin.

Eisini skal løgmaður vitja Fróðskaparsetrið í Nuuk og ymiskar fyritøkur í grønlendska høvuðsstaðnum.

Hetta er fyrsta ferðin, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er á almennari vitjan í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391