Bakkafrost leitar enn eftir farmaflogfari

Bakkafrost leitar enn eftir farmaflogfari
Koronufarsóttin gjørdi, at stórur eftirspurningur hevur verið eftir farmaflogførum
Íslendingar hava Boeing 757 farmaflogfør, og tað er eitt av hesum slagnum, sum Bakkafrost leitar eftir.
 
03.04.2022 - 15:41

Bakkafrost hevur ikki enn funnið nakað flogfar at røkja farmaflutningin til amerikanska marknaðin.

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, sigur, at tað hevur verið sera trupult at finna rætta flogfarið, tí marknaðurin fyri farmaflogfør hevur verið rættiliga upphitaður undir koronufarsóttini.

Og tað er heldur ikki líkamikið, hvat slag av flogfari tað skal vera.

Leitað verður eftir einum Boeing 757 farmaflutningflogfari.

Regin Jacobsen sigur, at júst hetta slagið verður nógv brúkt til endamálið, millum annað av íslendingum. Fleiri flogfør eru umbygd til endamálið, og hann sigur, at tey hava eyguni eftir einum tílíkum í løtuni. Bakkafrost væntar, at tað fer at eydnast um ikki so langa tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227