Fyrireika bíðirúm við ferjuleguna á Syðradali

Fyrireika bíðirúm við ferjuleguna á Syðradali
Fíggjarnevndin hevur fingið at vita, at Visit Faroe Islands vil vera við fíggingini, men eingin avtala er gjørd
Landsverk fyrireikar byggja bíðirúm við ferjuleguna á Syðradali.
 
08.04.2022 - 08:30

Landsverk fyrireikar at byggja bíðirúm við ferjuleguna á Syðradali.

Tað er mett at kosta tvær milliónir krónur.  

Hetta hevur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita, nú hon viðgjørdi uppskotið um eykajáttan til skýli ella bíðirúm á Syðradali.

Beinta Løwe í Tjóðveldi eigur uppskotið, og hon biður um 500.000 kr.

 

VFI kanska reka bíðirúmið

Í álitinum hjá Fíggjarnevndini stendur eisini, at nevndin hevur fingið at vita, at Visit Faroe Islands vil vera við í fíggingini og kanska reka bíðirúmið saman við við Klaksvíkar kommunu. 

Tó eru ongar avtalur gjørdar um hetta enn.

Meirilutin í Fíggjarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum um eykajáttanarlóg.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523