Tað rakar ikki Russland, hvussu Svøríki skipar sína verju

bannari
Tað rakar ikki Russland, hvussu Svøríki skipar sína verju
Svenski uttanríkisráðharrin hevur gjørt Russlandi púra greitt, at tað rakar ikki russar, hvussu sviar skipa verjuna av landinum. Sama siga finnar
Svenski uttanríkisráðharrin, Anne Linde, sigur, at tað rakar ikki Russland, hvussu Svøríki skipar sína verju
Mynd: Shutterstock.com  
 
21.04.2022 - 07:23

Tað er Svøríki einsamalt sum ger av, hvussu verjan av landinum verður skipað.

Hetta eru greiðu boðini frá svenska uttanríkisráðharranum til Russlands, sum hevur hótt bæði Svøríki og Finnland, um londini fara upp í NATO.

Síðani russisku innrásina í Ukraina er finski og svenski áhugin fyri NATO vaksin, og londini tosa um at søkja samstundis um limaskap í verjusamgonguni.

Í gjár segði talskvinnan fyri russiska uttanríkisráðið, Maria Zakharova, at bæði londini hava fingið boð um, at tað fær avleiðingar fyri tey, um tey gerast limir í NATO. Hon nevndi kortini ikki nakrar ávísar avleiðingar.

Maria Zakharova

Frítekst tagging: 

Maria Zakharova, talskvinna fyri russiska uttanríkisráðið

 

Tað rakar ikki Russlandi

Hvørki Finnland ella Svøríki taka sær tykni av russisku hóttanunum.

Svenski uttanríkisráðharrin, Anne Linde, sigur, at tað er Svøríki einsamalt, sum ger av, hvør verjupolitikkurin verður. Og tað rakar ikki Russlandi, sigur hon við Aftonbladet.

Tað vísir seg, at fleiri hóttanir úr Russlandi, fáa fleiri fólk í londunum at ynskja limaskap í NATO.

 

Fyrstu ferð meiriluti fyri NATO-limaskapi

Í mars vísti ein meiningakanning í Svøríki, at 51 prosent av svenska fólkinum ynskir limaskap í NATO; og tað er fyrstu ferð at meiriluti er fyri tí.

Sama kanning vísir, at um finnar siga eisini fara at siga ja, so vilja 64 prosent av svium eisini gerast limir í Nato.

Ein onnur meiningakanning, sum svenska Aftonbladet kunngjørdi í gjár, vísir, at 57 prosent av svium eru fyri, at Svøríki gerst limur í Nato.

Hetta er størsta undirtøkan, sum Nato-limaskapurin hevur fingið, síðani farið varð undir at gera meiningakanningar í Svøríki.

Finski forsætisráðharrin, Anna Marin

 

Finsk avgerð kemur skjótt

Finski forsætisráðharrin, Anna Marin, segði á tíðindafundi fyrr í apríl, at Finnland skjótt fer at taka avgerð um at søkja um limaskap í NATO.

Í gjár var orðaskifti í finska tjóðartinginum um spurningin, og tá gjørdu 111 av teimum 200 tinglimunum greitt, at tey taka undir við limaskapi.

Aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg, hevur sagt, at bæði Finnland og Svøríki eru vælkomin í NATO, og at ein avtala kann gerast, meðan spurningurin um limaskap í verjusamgonguni verður umrøddur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815