Tvey manningarfeløg hava longt sáttmálarnar við Reiðarafelagið

Tvey manningarfeløg hava longt sáttmálarnar við Reiðarafelagið
Sáttmálarnir vera óbroyttir til 1. apríl næsta ár
Semingsmenninir vóru uppi í sáttmálatrætuni millum reiðarar, navgatørar og maskinmeistarar, og endin var, at partarnir góðtóku eitt semingsuppskot um at leingja sáttmálarnar í eitt ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.04.2022 - 15:02

Sáttmálin millum Reiðarafelagið, Skipara- og navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið eru til 1. apríl 2023.

Leygardagin legði Semingsstovnurin fram semingsuppskot um at leingja sáttmálarnar, og tað góðtóku allir tríggir partar. 

Samráðingarnar hava verið drúgvar, og langt hevur verið millum partarnar.

Semingsstovnurin var boðsendur, men avgjørdi at gevast við semingsroyndini fyribils.

Leygardagin legði Semingsstovnurin semingsuppskot fyri partarnar um at leingja leingja sáttmálarnar óbroyttar í eitt ár, til 1. apríl 2023, og tað var góðtikið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334