Fer at kosta 4.000 milliardir at byggja Ukraina uppaftur

bannari
Fer at kosta 4.000 milliardir at byggja Ukraina uppaftur
Forsetin í landinum hevur stovnað ein grunn at savna pening til endamálið.
Nógvir býir í Ukraina eru bumbaðir í sor.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.05.2022 - 13:45

Ukrainski forsetin, Zelenskyj, hevur stovnað ein grunn, sum hann nevnir "United24".

Endamálið við grunninum er at savna pengar til at byggja Ukraina uppaftur. Forsetin sigur, at ein meting vísir, at tað fer at kosta minst 4.000 milliardir at byggja tað aftur, sum russar hava bumbað í sor.

Nógv lond hava higartil játtað 46 milliardir kr. til arbeiðið at byggja Ukraina uppaftur.

Roknað verður við, at ES kanska longu í dag fer at samtykkja at seta sætta pakkan við revsitiltøkum í verk ímóti Ruslandi.

Nøkur lond, m.a. Ungarn og Slovakia, hava verið í iva, tí londini keypa nógva olju og gass úr Russlandi. Men roknað verður við, at við serligum undantøkum fer at bera til at samtykkja pakkan við revsitiltøkum í dag, skriva altjóða miðlar.

 


Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928