HB-venjarin tveittur til hús

HB-venjarin tveittur til hús
Kim Engstrøm er uppsagdur sum venjari í HB. Gongdin seinastu dystirnar hevur ikki verið nøktandi, sigur stórfelagið í Havn
Kim Engstrøm er uppsagdur í HB
 
16.05.2022 - 11:11

Kim Engstrøm er ikki longur venjari hjá HB.

Besta mansliðið í sigursvanda felagnum hevur bert fingið sjey stig seinastu sjey dystirnar, og nú hevur nevndin tikið avleiðingarnar av vánaligu úrslitunum.

 - Gongdin seinastu dystirnar hevur ikki verið nøktandi, og tí metir nevndin, at tørvur er á nýggjum íblástri og at skifta høvuðsvenjara, skrivar heimasíðan hjá HB.

Undan kappingarárinum varð sagt, at HB skuldi kappast við KÍ og hini um føroyameistaraheitið, men í løtuni liggur HB á fjórða plássi 14 stig aftanfyri meistararnar úr Klaksvík.

Kim Engstrøm skrivaði undir trý ára sáttmála í vetur.

Nýggjur venjari verður kunngjørdur í næstum, sigur nevndin sambært HB-heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928