Dalibor Savic nýggjur HB-venjari

Dalibor Savic nýggjur HB-venjari
Tað verður 42 ára gamli sviin Dalibor Savic, ið skal venja HB. Tað kunnger HB á heimasíðuni
Tað verður 42 ára gamli sviin Dalibor Savic, ið skal venja HB. Tað kunnger HB á heimasíðuni
 
16.05.2022 - 12:37

Í morgun varð greitt, at HB hevði sent danska venjaran Kim Engstrøm til hús, tí gongdin seinastu dystirnar hevur ikki verið nøktandi sambært stórfelagnum í Havn. 

Nú er greitt, at tað verður 42 ára gamli sviin Dalibor Savic, vanliga nevndur Dali, sum verður venjari í HB restina av kappingarárinum.

Dalibor Savic kemur úr einum starvi í næstbestu svensku deildini. 

Nýggi HB-venjarin byrjar beinanvegin í starvinum, og fer at standa á odda fyri liðnum í steypadystinum ímóti AB mikukvøldið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911