Stórur partur av troli og neti kann endurvinnast

Stórur partur av troli og neti kann endurvinnast
Trolvirkið Vónin hevur setta sær stór burðardygg mál næstu árini.
Vónin hevur alideild við Norðskála.
Mynd: Vónin.  
 
22.05.2022 - 10:15

Í 2030 ætlar trolvirkið Vónin at taka ímóti størri nøgdum av troli og neti til endurvinning, enn virkið selur viðskiftafólkunum.

Sum ein av 12 føroyskum fyritøkum í felagsskapinum, Burðardygt vinnulív, hevur Vónin sett sær sum mál at gerast "net-positivt", sum tikið verður til, fyri 2030, sigur Vónin á heimasíðuni.

Burðardyggi málsetningurin hjá Vónini stavar m.a. frá stórum reiðaríum, sum hava tørv á at greiða sínum kundum frá, hvussu tey fara við náttúruni, og hvussu dálkingin í sjónum er ein vaksandi trupulleiki. Harumframt hevur virkið staðfest, at ein stórur partur av trolunum verður tyrvdur.

 

75 til 85 prosent kunnu endurvinnast

Í 2020, sum er útgangsstøði fyri burðardyggu málunum, seldi Vónin 3.400 rúmmetrar av útgerð til fiski- og alivinnuna.

Verða gomul trol og net handfarin rætt, kunnu 75 til 85 prosent endurvinnast. Eitt nú verður netið smeltað til plast á endurvinningarfyritøku í Danmark, sum IRF samstarvar við.

Á alideildini við Norðskála hevur Vónin seinastu árini savnað saman 240 nótir, ið hava tænt fyri seg í vinnuni. Nótirnar verða nú sendar til Noregs til endurvinningar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138