Aftur trupulleiki í flogferðsluni

Aftur trupulleiki í flogferðsluni
Mjørkin darvar nú aftur flogferðsluni. Stígur kom í flogferðsluna í gjárkvøldið, tá flogfør ikki lendu vegna veður
Nú er aftur trupulleiki við flogferðsluni.
 
22.07.2013 - 09:15

Tað hevur við sær seinkingar á rutunum til og úr Aalborg, Reykjavík, Billund og Bergen í dag.

Tað eru nógv ár síðani, at mjørkin hevur elvt til so nógvar seinkingar hjá Atlantsflogi sum í summar. Serliga hava nógvar seinkingar verið seinastu sjey dagarnar. Týsdagin í síðstu viku bíðaðu umleið 600 fólk eftir at sleppa um flogvøllin í Vágum, og hósdagin var ein framførsla avlýst á G!-festivalinum, tí ein bólkur ikki kom til landið.

Atlantsflog heitir á ferðafólk um at kunna seg á heimasíðuni um ferðsluna í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523