Klaksvíkar býráð samtykt at lána 50 mió. kr.

Klaksvíkar býráð samtykt at lána 50 mió. kr.
Verkætlanir tyngja kommunukassan í Klaksvík
 
30.05.2022 - 14:40

Ein ógvuliga smalur meiriluti í Klaksvíkar Býráð gjørdi mikukvøldið av at lána 50 milliónir krónur, fyri at hava pening at halda fram við ymiskum verkætlanum hjá kommununi.

Avgerðin varð tikin á afturlætnum býráðsfundi, og einans tríggjar atkvøður vóru fyri lántøkuni.

Tað eru 11 býráðslimir í Klaksvík. Av hesum valdu seks ikki at atkvøða, tvey atkvøddu ímóti og tríggir av teimum sjeyv samgongulimunum atkvøddu fyri.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur seg ikki hava stundir at viðmerkja málið í løtuni.

 

102 mió. kr. í halli

Í fjør hevði kommunan 102 milliónir krónur í halli fyri avdráttir í fjør.

8 milliónir krónur fóru til at gjalda lán, men kommunan lænti 124 milliónir krónur fyri at fíggja hallið.

Netto hækkaðu lánini tí 115 milliónir krónur.

Inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu vóru 294 milliónir krónur í fjør, raksturin kostaði 233 milliónir krónur, íløgurnar 149 milliónir krónur, rentustuðulin umleið fýra milliónir krónur. og fíggjarpostarnir tríggjar milliónir krónur.

 

Lán til verkætlanir

Klaksvíkar kommuna hevur sett sær fyri, at gera allar verkætlanir, sum eru byrjaðar, lidnar, og tí er neyðugt at taka 50 milliónir kr. í láni í ár.

- Tá ið sitandi býráð tók við 1. januar 2021, var býráðið samt um, at Klaksvíkar kommuna skuldi stremba eftir at halda allar teir sáttmálar og bindingar, sum bæði fyrrverandi og núverandi býráð hava undirskrivað. Tí er neyðugt við hesi lántøku, soleiðis at haldast kann fram við liðugtgerð av teimum verkætlanum, sum eru byrjaðar, sigur Karl H. Johansen, borgarstjóri, við klaksvik.fo.

Bollafabrikkin og Barnagarðurin á Norðoyri eru liðug, rennibreytin, ídnaðarøkið Undir Hamri og mentanarhúsið, Varpið, og fyrsta byggistig av útstykkindini á Fossum, verður liðugt í ár, og Kappróðrarneytsið verður liðugt um ársskiftið.

Arbeiðið við fíggjarkarminum fyri 2023 er byrjað, og í næstum verður farið undir at dagføra langtíðar íløguætlanina hjá kommununi.

Skuldin hjá Klaksvíkar kommunu er í løtuni 311 milliónir krónur, og við lántøkuni verður skuldin í alt 361 milliónir krónur Kommunan rindar 20 milliónir krónur í avdráttum í 2022, og skuldin við ársenda verður 341 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410