Jákup Petur og Maria skjótast kring Føroyar

Jákup Petur og Maria skjótast kring Føroyar
Jákup Petur Eliasen vann síðsta teinin í kappingini, LM Kring Føroyar, sum varð súkklaður í gjár, og fekk eisini sigurin samanlagt. Hjá kvinnum varð Maria Svabo Hansen best
Ólavur Frederiksen/LM Kring Føroyar
30.05.2022 - 15:39

Jákup Petur Eliasen vann stóru súkklukappingin, LM kring Føroyar, sum hevur verið síðstu vikuna. 

Hann vann fýra av teimum fimm teinunum - millum annað seinasta teinin á Streymoynni -  og vann tryggan sigur samanlagt.

 - Tað eri eg ordiliga væl nøgdur við, sigur Jákup Petur Eliasen.

 - At vinna fýra teinar er eisini ordiliga stuttligt, og tú spurdi, um eg hevði nakað at prógva eftir teinin í gjár, og tað hevði eg kanska, so tað er ordiliga lekkurt at enda við at vinna seinasta teinin eisini.

Hilmar Hansen, sum vann fjórða teinin í Suðuroy, endaði á næstfremsta plássinum, hálvantíggjunda minutt aftanfyri Jákup Petur Eliasen. Tað var hann sum heild væl nøgdur við. 

Hjá kvinnum vann Maria Svabo Hansen. Hon var einasta kvinna, sum súkklaði allar fimm teinarnar. Hon hevði samlaðu tíðina 10.42.26. 

Úrslitið, topp-trý, menn:
1. Jákup Petur Eliasen, 8.47.03
2. Hilmar Hansen, 8.56.42
3. Gunnar Dahl-Olsen, 9.05.14


Ein fegin Maria Svabo Hansen, sum júst er komin um mállinjuna (MYND: Ólavur Frederiksen/LM Kring Føroyar)
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961