Umhugsa tveir møguleikar á kalsoyarleiðini

Umhugsa tveir møguleikar á kalsoyarleiðini
Virkandi stjórin á Strandferðsluni sigur, at stovnurin verður sjáldan spurdur eftir, tá stórar ætlanir vera lagdar í ferðavinnuni
Ferðavinnan hevur víst á, at tað er torført at reka vinnu í Kalsoynni, tí Strandferðslan hevur sett avmarkingar á ferðafólkatalið, men SSL umhugsar nú nyggjar møguleikar.
 
10.06.2022 - 10:48

Strandferðslan umhugsar í løtuni tveir møguleikar á kalsoyarleiðini, tá ið talan er um at bíleggja pláss við Sam.

Allir bólkar, sum ferðast við Strandfaraskipum Landsins, skulu bíleggja pláss til ferðina, og í mesta lagi 25 fólk kunnu vera í bólkinum.

- Ásetingin kom í gildi í 2019, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni. Hon var gjørd fyri at vanligi flutningurin við Sam ikki skal órógvast av ferðafólki.

Nú umhugsar Strandferðslan at broyta ásetingina og loyva bólkum við fleiri enn 25 fólkum at bíleggja pláss, ella at strika møguleikan heilt, soleiðis at eingin kann bíleggja sær pláss. 

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:

 

1532717

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489