NATO: Eingi tekin um, at Russland hóttir Svøríki og Finnland

NATO: Eingi tekin um, at Russland hóttir Svøríki og Finnland
Sunnudagin og mánadagin hittir NATO-aðalskrivarin forsætisráðharrarnar í Finnlandi og Svøríki
Mircea Geoana, varaaðalskrivari i NATO, er á vitjan í Keypmannahavn.
 
10.06.2022 - 14:58

NATO sigur seg ikki síggja nakra hóttan frá Ruslandi ímóti Svøríki og Finnlandi, sum hava biðið um limaskap í NATO.

Tað boðar NATO frá í dag.

- Eingi tekin eru um nakað óvanligt frá russiskari síðu, sigur varaaðalskrivarin í NATO, Mircea Geoana, sum er á vitjan í Keypmannahavn, sambært Reuters.

Geoana sigur seg hava álit á, at Finnland og Svøríki kunnu gerast limur í NATO, men hann segði seg vera eitt sindur ivasaman av støðuni hjá Turkalandi.

 

Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Stoltenberg til Finnlands og Svøríkis

Sunnudagin fer aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg til Finnlands, har hann skal hitta finska forsetan, Sauli Niinistø.

Mánadagin Jens Stoltenberg til Svøríks, har hann skal hitta Magdalenu Andersson, forsætisráðharra.

Turkaland hevur sett seg upp ímóti finskum og svenskum limaskapi í NATO. Landið sigur, at bæði londini hýsa limum í kurdiska felagskapinum, PKK, sum Turkaland sigur vera ein yvirgangsfelagskap. 

Turkaland hevur sett nøkur krøv fyri at góðtaka, at Svøríki og Finnland fáa limaskap í NATO. Og av tí sama hendir ikki stórvegis í samráðingunum í løtuni, skrivar Reuters.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424