U20-hondbóltslandsliðið er tikið út

U20-hondbóltslandsliðið er tikið út
Føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti, sum skal spæla EM-endaspæl í Portugal í summar, er tikið út. 18 spælarar eru á listanum hjá føroysku venjarunum
Føroyska U20-landsliðið er úttikið
Mynd: HSF  
 
13.06.2022 - 16:45

Føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti, sum skal spæla EM-endaspæl í Portugal í summar, er tikið út, skrivar Hondbóltssamband Føroya.

Landsliðsvenjararnir, Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher, hava tikið 18 spælarar út til kappingina, sum verður í juli.

Talan er um eitt sterk hóp við millum annað Eliasi á Skipagøtu, Hákun West av Teigum, Paula og Óla Mittún og Paula Jacobsen.

Føroyski hópurin:

Málverjar:

Pauli Jacobsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstru vengur:
Janus Dam Djurhuus, H71
Baldur Gillason, KÍF

Høgri vengur:
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold
Hanus Árason, Neistin
Bogi Hansen, H71

Strikur:
Viktor Johan Nørlyng Gaini, GOG Svendborg
Sakir Frýdal, H71
Ísak Vedelsbøl, Neistin

Bakspælarar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Pauli Mittún, H71
Óli Mittún, H71
Sveinur Olafsson, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Ovi Lützen, Kyndil
Kristoffur Bjørgvin, Kyndil

Kappingin verður í tíðarskeiðmum 7. - 17. juli.

Føroyar eru í bólki saman við Slovenia, Danmark og Ungarn. Slovenia var hægst styrkismett í bólkinum og Føroyar hava ikki møtt teimum fyrr. 

Føroyar hava møtt Danmark einaferð. Tað var í august í 2021 í Scandinavian Open, tá Danmark vann við tveimum málum. 

Ungarn hava Føroyar møtt eina ferð fyrr í hesum árganginum. Tað var til European Open í 2019 og tá vann Føroyar 22-20.

Leiksskráin:

Hósdagin 7. juli: Danmark - Føroyar
Fríggjdagin 8. juli: Føroyar - Slovenia
Sunnudaign 10. juli: Ungarn - Føroyar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491