27 loyvi latin fremmandum herskipum í ár

27 loyvi latin fremmandum herskipum í ár
Flotavenjingin Dynamic Mongoose byrjaði í Reykjavík 13. juni og endar í Bergen í dag
Fleiri skip, sum eru við í flotavenjingini Dynamic Mongoose, hava fingið diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi meira enn einaferð. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
22.06.2022 - 08:06

40 ferðir frá 2010 til 2021 er diplomatiskt loyvi latið fremmandum herskipum at koma í føroyskt sjóumveldi.

Men bara í ár eru 27 slík loyvi latin.

Fleiri skip, sum eru við í flotavenjingini Dynamic Mongoose, hava fingið diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi meira enn einaferð, tí tey hava havt ørindi í føroyskum sjóumveldi í fleiri umførum í sambandi við venjingina.

Venjingin byrjaði í Reykjavík 13.juni og endar í Bergen í dag.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmann.

 

Venda sær fyrst til sendistovuna

Tá herskip skulu hava diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi ella í føroyska havn, vendir avvarðandi myndugleiki, sum oftast sendistovan í Keypmannahavn hjá tí landi, sum eigur skipið, sær til Arktisk kommando við umsókn. 

Umvegis Ríkisumboðið verður umsóknin send Uttanríkis- og Mentamálaráðnum til viðmerkingar.

Eftir at umsóknin er viðgjørd, verður vanliga svarað, at Uttanríkis- og Mentamálaráðið ikki hevur viðmerkingar um, at diplomatiskt loyvi verður latið.

Men treytin er, at skipið ikki hevur evnafrøðilig vápn, lívfrøðilig vápn, geislavirkin vápn og kjarnorkuvápn.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið veit ikki um, at skip ikki hava fingið diplomatiskt loyvi.

Jenis av Rana sigur, at ongar ítøkiligar ætlanir eru um, at fremmand herskip skulu brúka føroyskar havnir sum formligar stuðulshavnar ella øðrvísi enn tær vera brúktar í dag. 

Hann sigur eisini, at áhugin tykist vaksa fyri strategiska týdninginum hjá økinum, sum Føroyar eru í.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
RagnarRokk:Esben Willems um Neverending
209731
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097