Váta og lýggja veðrið gevur svartaspilluni bestu umstøður at menna seg

Váta og lýggja veðrið gevur svartaspilluni bestu umstøður at menna seg
Eplavelturnar koma fyri seg nú, og tá liggur svartaspillan eisini og lúrir, klár at leypa á. Men tað ber til at verja seg móti spilluni, vísir gartnarin hjá Búnaðarstovuni á
Svartaspilla er ein soppur, og er spillan fyrst komin í veltuna, er at kalla ómøguligt at sleppa av við hana aftur
Mynd: Savnsmynd  
 
23.07.2026 - 22:10

Hetta er tíðin, tá svartaspillan tekur seg upp í eplaveltum, og lýggja og váta veðrið, sum nú er, gevur bestu líkindini hjá spilluni at menna seg.

Betur fyrivarin enn eftirsnarin, sigur orðatakið, og tað er av sonnum galdandi, tá tað um svartaspillu ræður. Tí er hon fyrst komin undir flagið, er onki at gera.

Men tað ber til at verja seg móti svartaspilluni við fyribyrgjandi sproyting, og tað skal gerast við jøvnum millumbilum frá nú av, og til eplini skulu takast upp, greiðir Kim Neider, gartnari hjá Búnaðarstovuni, frá.

Hoyr innslagið í útvarpstíðindunum:

1823830

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717