31 børn á bíðilista til frítíðartilboð frá Almannaverkinum

31 børn á bíðilista til frítíðartilboð frá Almannaverkinum
Tann 31. mai í ár stóðu 31 børn á bíðilista til eitt frítíðartilboð frá Almannaverkinum.
 
28.06.2022 - 10:05

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, um frítíðartilboð til børn við serligum tørvi. Hon spurdi, hvussu nógv børn í skúlaaldri frá triðja flokki bíða eftir frítíðartilboði eftir skúlatíð.

Landsstýrismaðurin svarar, at tann 31. mai bíðaðu 31 børn eftir frítíðartilboði frá Almannaverkinum. Fýra teirra hava fingið boðið frítíðartilboð nú eftir summarfrítíðina. Í løtuni viðger Almannaverkið 10 umsóknir um frítíðartilboð.

Afturat hesum hevur Almannaverkið samband við trý ella fýra børn, sum kunnu hugsast at hava brúk fyri frítíðartilboði eftir summarfrítíðina. 

Royndirnar hjá Almannaverkinum vísa, at Almannaverkið eftir skúlabyrjan fær tvær ella tríggjar umsóknir um frítíðartilboð. Eydnast ikki at útvega fleiri tilfrítíðartilboð í summar, fara okkurt um 40 børn at vera á bíðilistanum í september. 

Nýliga varð gjørd avtala millum Mentamálaráðið og skúlan á Trøðni um, at nøkur børn, sum fáa serskúlatilboð og fara í triðja flokk eftir summarfrítíðina, kunnu fáa frítíðartilboðið veitt á skúlanum eftir skúlatíð. Í løtuni fevnir tann avtalan bara um tvey børn. 

Arbeitt verður við at gera seravtalur við tær kommunur, sum hava frítíðartilboð til børn frá triðja flokki. Almannaverkið hevur slíka seravtalu og arbeiðir í løtuni við at fáa avtalu við aðra kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659