Løgmaður vil flyta Posta í annað ráð

Løgmaður vil flyta Posta í annað ráð
Málsøkið Posta verður flutt í annað ráð at umsita, sigur løgmaður í samband við, at formaðurin í nevndini í Posta er beiggi landstýrismannin í fíggjarmálum.
Fíggjarmálaráðið varðar av Posta.
 
29.06.2022 - 12:59

Joen Magnus Ramussen heldur fram sum formaður í Posta. Tað er greitt, eftir at nevndin skipaði seg í gjár.

Joen Magnus Rasmussen er beiggi til Una Rasmussen, landsstýrismann í fíggjarmálum, sum varðar av Posta sum málsøki. 

Joen Magnus Rasmussen

Caption: 
Joen Magnus er formaður í nevndini hjá Posta, og so er hann eisini beiggi til landsstýrismannin í fíggjarmálum, Una Rasmussen, sum varðar av Posta.

 

Hava loyst gegnistrupulleikan

16 . maj metti Joen Magnus Rasmussen seg ikki kunna halda fram sum formann í Posta, tá bróðurin var landsstýrismaður. Støðan er ikki broytt, men nevndin heldur seg hava funnið eina loysn, sigur Joen Magnus Rasmussen í dag.

Loysnin er, at næstformaðurin verður tann, sum fer á fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum, tá hetta er neyðugt. Hesir fundir eru sambært nevndarformanninum ikki ofta á skrá. 

- Í nevndini eru vit samd um, at vit loysa gegnistrupulleikan á tann hátt, at næstformaðurin traðkar til, tá formaðurin er ógegnigur, sigur Joen Magnus Rasmussen við útvarpið í dag. 

Og nevndarformaðurin sær ongan trupulleika í, at tað framvegis er hann, sum situr við borðendan, tá avgerðirnar skulu takast, hóast tað er næstformaðurin, sum umboðar Posta mótvegis landsstýrinum. 

 

Løgmaður ikki samdur

Men løgmaður er eftir øllum at døma ikki samdur við loysnini hjá Posta. Í stuttari viðmerking sigur løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, at málsøkið Posta verður flutt í annað ráð.

Avgerð er ikki tikin um, hvat ráð hetta er enn. Greitt er tó, at tað ikki verður Umhvørvis- og vinnumálaráðið, har landsstýrismaðurin og nevndarformaðurin í Posta eisini eru í familju.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576