Spennandi borðtenniskapping á Føroyaleikum

Spennandi borðtenniskapping á Føroyaleikum
Ísland og Grønland vitjaðu á Føroyaleikum, og kappingin varð bæði væleydnað og spennandi. Føroyingarnir fingu eisini okkurt gott úrslit
Britt Michelsen og hinar á føroyska kvinnulandsliðnum vunnu liðdystin
Mynd: Borðtennissamband Føroya  
 
04.07.2022 - 19:03

Føroysku borðtennisspælararnir fingu nøkur góð úrslit, tá Ísland og Grønland vitjaðu á Føroyaleikunum.

Besta úrslitið kom helst, tá kvinnulandsliðið hjá føroyingunum vann gull í liðdystinum leygardagin.

Liðið, sum er mannað við Anju Wongwai, Britt Michelsen og Marin Elisabet Poulsen, legði bæði Ísland og Grønland aftur um seg.

Liðini endaðu við sama stigatali, men Føroyar høvdu besta dystarmunin og fóru sostatt avstað við gullinum.

Føroyameistarin vann kappingina við dreingjum

Blaðungi Albert Weihe Wolfsberg, sum vann FM-heitið fyrr í ár, vann kappingina í einmansleiki fyri dreingir.

Finaluna vann hann á Brian Schultz úr Grønlandi.

Í tvímansleiki hjá gentum fekk Marin Elisabet Poulsen silvurheiðursmerki. Hon spældi saman við Kristín Ingibjørg Magnúsdóttir úr Íslandi.

Anja Wongwai og Britt Michelsen vunnu bronsu í tvímansleiki hjá bæði gentum og kvinnum. 

Kappingin, sum annars var væleydnað, var í høllini í Hoyvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846