Tvey ársverk skulu til fyri at gera teknmálsorðabókina lidna

Tvey ársverk skulu til fyri at gera teknmálsorðabókina lidna
Tað kostar tvey ársverk at fáa teknmálsorðabókina lidna, og tá hon er liðug, krevst eitt ávíst viðlíkahald, staðfestir landsstýrismaðurin í mentamálum
Krevur tvey ársverk at gera teknmálsorðabókina lidna
Mynd: Savnsmynd (Bjarni Árting Rubeksen)  
 
11.07.2022 - 09:39

Higartil er so at siga alt arbeiðið við teknmálsorðabókini sjálvboðið og ólønt.

Tá orðabókin byrjaði, játtaði NordPlus tvær mánaðarlønir.

Og í 2017 var starvsløn í tríggjar mánaðir játtað.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdu um teknmálsorðabókina.

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ókeypis atgongd

Játtanin til orðabókagerð er seinastu árini burturav farin til at gjalda fyri, at øll hava ókeypis atgongd til netorðabøkurnar, sum eru á heimasíðuni hjá Sprotanum. 

Landsstýrismaðurin hevur hækkað játtanina 450.000 kr. í ár, so møguligt er at søkja um stuðul til orðabókagerð og til at gera orðabøkur tøkar á netinum. 

Lógin um Málráðið sigur, at tað skal røkja, menna og verja føroyska teknmálið.

100.000 kr. til teknmálið

Ein partur av játtanini hjá Málráðnum, 100.000 kr., fer til at menna teknmálið, sigur landsstýrismaðurin.  

Hann sigur, at hann fer saman við Málráðnum og øðrum, sum varða av teknmáli, at kanna, hvussu vit best tryggja, at teknmálsorðabókin fær betri sømdir og kann fullførast og mennast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025