Formaðurin finnast í september

Formaðurin finnast í september
Konservativi flokkurin í Bretlandi kunnger nýggja floksformannin tann 5. september.
 
12.07.2022 - 09:37

Konservativi flokkurin í Bretlandi fer ikki fyrr enn í september at kunngera, hvør tekur við sum formaður í flokkinum eftir Boris Johnson. 

Flokkurin hevur gjørt av, at nýggi formaðurin verður funnin 5. september, skrivar Reuters.

Higartil hava 11 limir í Konservativa flokkinum boðað frá, at tey vilja gerast formaður í flokkinum og samstundis nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi.

Í morgin kunnu fólk halda seg framat og fyri at koma við í kappingina, mugu minst 20 stuðlar vera frá umboðum í Undirhúsinum.

Freistin fyri at stilla upp er eisini úti í morgin, sigur formaðurin fyri nevndina í flokkinum, sum skipar valið, Graham Brady.

Í morgin verður fyrsta atkvøðugreiðslan millum limirnar í Undirhúsinum. Og hósdagin verður aftur atkvøtt, men tá verður bert atkvøtt ímillum tvey teirra, sum fáa flest atkvøður í morgin.

Síðani verður úrslitið sent til uratkvøðu ímillum limirnar í Konservativa flokkinum, og í september verður úrslitið almannakunngjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233