Funnu 10 kilo av hassji um vikuskiftið

Funnu 10 kilo av hassji um vikuskiftið
Um vikuskiftið eru fimm fólk tikin fyri at hava roynt at smugla 10 kilo av hassji til Føroya.
Fýra fólk vóru leygardagin handtikin í Hirtshals, meðan ein maður var handtikin í Føroyum sunnudagin, tá Norrøna var komin á Havnina.
 
12.07.2022 - 10:33

Leygardagin vóru fýra fólk tikin umborð á Norrønu, sum lá í Hirtshals. Tey skuldu til Føroya. 

Tá tey komu til Norrønu, fingu tollararnir illgruna til teirra, tí fjáltur var á teimum.

Politiið var boðsent. Fólkini vóru tikin, og tað vísti seg, at tey høvdu tvey kilo av hassji hvørt, tilsamans átta kilo.

Tá so Norrøna kom á Havnina úr Hirtshals sunnukvøldið vóru trý fólk, ein kvinna og tveir menn, tikin, tí tey royndu at smugla tvey kilo av hassji í land.

Politiið helt ikki, at tey tvey fólkini høvdu nakað við hassjið at gera.

Men hin maðurin var í Føroya rætti í gjár dømdur fýra mánaða fongsul.

Fólkini eru ikki føroysk. Maðurin, sum var dømdur, var latin leysur eftir rættarfundin.

Hann fær boð, tá hann skal inn at sita.

Politiið veit ikki, um nakar í Føroyum skuldi hava hassjið at selja.

Higartil í ár hevur politiið í Føroyum tikið 25 kilo av hassji.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860