Eriksen gjørt sáttmála við Manchester United

Eriksen gjørt sáttmála við Manchester United
Bretska felagið hevur í dag kunngjørt, at danski spælarin hevur undirskrivað ein trý ára sáttmála
Mynd: Christian Hartmann/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.07.2022 - 15:35

Danski fótbóltsspælarin, Christian Eriksen, hevur undirskrivað sáttmála við Manchester United.

Bretska felagið hevur í dag kunngjørt, at danski spælarin hevur undirskrivað ein trý ára sáttmála.

Tað skrivar United á heimasíðuni.

Sostatt náddi 30 ára gamli Eriksen bara at vera arbeiðsleysur í 14 dagar, eftir at sáttmálin við Brentford steðgaði 1. juli.

Seinastu vikurnar hevur framtíðin hjá Christian Eriksen verið stóra samrøðuevni hjá bretskum ítróttarmiðlum.

Manchester United hevur fleiri ferðir verið nevnt, eins og tað verið uppá tal, at hann skuldi fara aftur til Tottenham ella leingja við Brentford.

Eriksen skifti í februar til Brentford, eftir at sáttmálin hjá honum við italska felagið, Inter, steðgaði.

Christian Eriksen er tann sætti danskarin, ið sleppur at royna seg á besta liðnum hjá Manchester United.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809