Menn sita í 60 prosent av øllum almennum nevdarsessum

Menn sita í 60 prosent av øllum almennum nevdarsessum
Av teimum 746 almennu nevndarsessunum, sita menn í 461 og kvinnurnar í 285
Løgmaður fær úr at gera við at tryggja javnstøðuna í almennum nevndum, tí beint nú sita menn í 60 prosent av sessunum
Mynd: savnsmynd  
 
20.07.2022 - 09:26

Hóast javnstøðulógin, sum kom í 1994, sigur, at umleið eins nógvir menn og kvinnur skulu vera í almennum nevndum, ráðum og øðrum, sum fyrisitingarvaldið útnevnir, er framvegis nakað á mál.

Í einum yvirliti á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni sæst, at menninir eru 461 og kvinnurnar 285 í almennu nevndunum.

Menninir eiga tí 61,8 prosent av sessunum og kvinnurnar 38,2 prosent.

Yvirlitið er dagført 6. juli.

Yvirlitið sæst millum annað á vp.fo.

 

Ymiskt kynsbýti

Ógvuliga ymiskt er, hvussu kynsbýtið er hjá aðalráðunum.

Í so máta stendur best til hjá Almannamálaráðnum. Har eru 51,6 prosent menn og 48,4 prosent kvinnur, 33 menn og 31 kvinnur.

Hjá Fiskimálaráðnum eru 79,2 prosent menn og 20,8 prosent kvinnur, 19 menn og fimm kvinnur.

 

Undantaksloyvi kann gevast

Tá serligar grundir eru fyri tí kann Javnstøðunevndin, sambært javnstøðulógini, geva undantaksloyvi.

Á heimasíðuni hjá løgmanni, lms.fo, eru nógvar upplýsingar og nógv tøl um kynsbýtið í almennum nevndum, ráðum og stýrum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598