Húsarhaldsskúlin í Klaksvík fer at kosta 85,6 mió. kr.

Húsarhaldsskúlin í Klaksvík fer at kosta 85,6 mió. kr.
Sambært nýggja kostnaðinum rindar landskassin góðar 37,3 mió. kr., Klaksvíkar kommuna 21 mió. kr. og Bústaðir 27,6 mió. kr.
Soleiðis fer nýggi húsarhaldsskúlin í Klaksvík at síggja út
 
21.07.2022 - 08:45

85,6 mió. kr.

Tað er prísurin, fyri nýgjga Húsarhaldsskúlan í Klaksvík. 

Tí hækkar parturin hjá landskassanum góðar 16 milliónir krónur. 11,6 milliónir eru til meirvirðisgjald, sum landskassin fær aftur.

Sambært galdandi lóg um studningslán er studningurin 21 mió, kr. 

Men nú er ein lógarbroyting á veg, sum hækkar tað talið upp í 37,3 mió. kr.

Landskassin skal eisini rinda tinglýsingargjaldið, sum er 300.000 kr.

 

Innbúgv og útbúnað

Og nú skal landsstýrismaðurin fáa loyvi til at veita stuðul til at keypa innbúgv og útbúnað til skúlan. Her er talan um okkurt um fimm milliónir krónur.

Her er treytin tann, at sjálvsognarstovnurin Húsarhaldsskúli Føroya sjálvur fíggjar helvtina av tí, innbúgv og útbúnaður kosta. 

Sambært nýggja kostnaðinum rindar landskassin góðar 37,3 mió. kr., Klaksvíkar kommuna 21 mió. kr. og Bústaðir 27,6 mió. kr.

Lógarbroytingin er frávik frá lógini frá 1992, sum sigur, at helvtin av tí, sum húsarhaldsskúlar kosta, verður latin úr landskassanum sum stuðul. 

 

Pengarnir eru tøkir

Síðani 2019 hevur Húsarhaldsskúlin fingið 1,6 mió. kr. til projekteringina.

13,1 mió. kr. eru støðlaðar, og í fíggjarlógini fyri 2022 eru fýra milliónir krónur.

Pengar eru tí til at fara undir byggingina, sigur Mentamálaráðið.

Peningur skal tí ikki játtast fyrr enn í fíggjarlógunum fyri 2023 og 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
Vikan 7. februar 2026
203867
Leygardag 7. februar
Upp á tá - 060226
203863
Leygardag 7. februar
Morgunlestur leygardagur 7.februar 2026
203556
Fríggjadag 6. februar
Vikuskiftið 6 feb 2026
203848
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721