Bolsonaro stillar uppaftur

Bolsonaro stillar uppaftur
Forsetin í Brasil verður ofta nevndur "tropiski Trump"
Jair Bolsonaro stillar uppaftur til forsetavalið í Brasil.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.07.2022 - 09:42

Forsetin í Brasil hevur nú boðað frá, at hann stillar uppaftur til valið, sum verður um góðar tveir mánaðir. 

Tað skrivar Reuters.

Jair Bolsonaro, forseti, lovaði eisini, at um brasilianar velja seg aftur til forseta, fer hann at halda fram við síni sosialu ætlan og geva øllum fátækum familjum ein kekk upp á 800 kr. um mánaðin.

Hann tosaði eisini um at hava gott samband við herin.

- Herurin er á okkara síðu, og har verður hvørki rotinskapur ella mutur góðtikin. Málið er at hava fullan opinleika, segði hann í eini røðu í Rio de Janeiro.

Jair Bolsonaro verður ofta nevndur "tropiski Trump," og hann tók við sum forseti í Brasil í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928