Apukoppar eru ikki vandamikil sjúka

Apukoppar eru ikki vandamikil sjúka
Líkt er til, at ávísir bólkar fáa staðfest apukoppar, men tað er lítið sannlíkt, at onnur enn tey, sum eru í bólkinum, verða smittað, sigur professari í infektiónssjúkum
Shahin Gaini, professari í infektiónssjúkum.
 
27.07.2022 - 11:27

Tað er sannlíkt, at apukoppar eisini verða staðfestir í Føroyum, sigur Shahin Gaini, professari í infektiónssjúkum:

 

1540786

 

Sjúkueyðkennini eru fepur og líkjast teimum, sum tá fólk hava krím, men fólk fáa eisini útslett av sjúkuni.

Tað sigur Shahin Gaini, sum leggur aftrat, at apukoppar vanliga ikki eru ein vandamikil sjúka. 

- Enn vita vit lítið um smittuna, men í løtuni er líkt til, at tað eru nakrir ávísir bólkar, ið fáa staðfest apukoppar. Og tað er lítið sannlíkt, at onnur enn tey, sum eru í hesum bólkum, verða smittað:

 

1540789

 

Síðani 7. mai í ár eru apukoppar staðfestir í fleiri evropeiskum londunum. Í Danmark var fyrsti tilburðurin staðfestur tann 23. mai. 

Shahin Gaini sigur, at hann veit einki um, at nakar hevur fingið staðfest apukoppar í Føroyum. 

 

Apukoppar eru staðfestir í fleiri evropeiskum londum.  Fyrsti tilburðurin í Danmark var staðfestur 23. mai. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025