Skrúðgonga, gudstænasta, kórsangur og tingseta

Skrúðgonga, gudstænasta, kórsangur og tingseta
Havstein Klein, sóknarprestur í Sandoynni, prædikar í Dómkirkjuni
Ólavsøkan var sett í dýrdarveðri í gjár.
 
29.07.2022 - 09:34

Tað er ólavsøkudagur og nú klokkan 11 er ólavsøkuguðstænastan. 

Tað verður Havstein Klein, sóknarprestur í Sandoy, sum fer at halda prædikuna í Havnar kirkju, tá ið løgtingsfólk, landsstýrisfólk, prestar og embætisfólk ganga skrúgongu og fara í kirku, áðrenn Løgtingið verður sett.

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, sum ikki fyrr hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar í Dómkirkjuni ólavsøkudag.

Ikki færri enn 10 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti til starvsaldurin er Havstein Klein, sóknarprestur í Sandoy.

Havstein Klein varð liðugur at lesa guðfrøði í Norra í 2007, og hann varð innsettur sum prestur í føroysku fólkakirkjuni í januar 2014.

Eftir guðstænastuna, ganga prestar, løgtingsfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk frá kirkjuni niðan til løgtingið, har kórsangur verður á tinghúsvøllinum, og síðan kemur tingið saman, har ólavsøkurøða løgmans er á skránni. 

Bæði útvarpið og sjónvarpið hjá kringvarpinum senda frá guðstænastuni klokkan ellivu og frá tinginum, tá tað verður sett klokkan eitt. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Mikudag 15. apríl
Skratsj 15 apríl 2026
207096
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066