Hanus Pál prestur í Hvalba

Hanus Pál prestur í Hvalba
Hvalbingar fáa í dag nýggjan prest - ið hvussu er fyribils - tí frá í dag er Hanus Pál Jógvansson settur sum virkandi sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.
 
31.07.2022 - 10:26

Hanus Pál Jógvansson, sum er 29 ára gamal, var prestvígdur í Dómkirkjuni tann 24. apríl í ár, og síðstu tríggjar mánaðirnar hevur hann verið virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, har hann hevur avloyst Derhard Jógvansson, sum hevur verið í lestrarfarloyvi.

Í Hvalba røkir Hanus Pál Jógvansson prestakallið, til nýggjur prestur er settur fyri hvalbiarprest síðstu 10 árini, Jens Mortan Mortensen, sum fyrr henda mánaðin fór frá fyri aldur.

Fyrstu gudstænastuna í nýggja kallinum hevur Hanus Pál í Hvalbiar kirkju í dag klokkan 12.30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328