Ongland evropameistari eftir umdyst á Wembley

Ongland evropameistari eftir umdyst á Wembley
Chloe Kelly tryggjaði enska fótbóltslandsliðnum við kvinnum EM-heitið, tá hon skoraði sigursmálið í yvirtíðini á Wembley ímóti Týsklandi
Chloe Kelly og liðfelagarnir fegnast um sigursmálið á Wembley
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
31.07.2022 - 20:52

Innskifta Chloe Kelly gjørdist hetjan hjá Onglandi, tá hon í umdystinum skoraði avgerandi málið ímóti Týsklandi og tryggjaði ensku fótbóltskvinnunum EM-heitið á Wembley.

111 minuttir vóru spældir, tá hon eftir horna úr høgru eitt sindur tilvildarliga fekk prikað bóltin í málið úr stuttari fjarstøðu til 2-1. 

Níggju minuttir seinni kundu góð 87.000 viðhaldsfólk fegnast saman við nýggju evropameistarunum. 

Ella Toone skeyt annars Ongland framum í seinna hálvleiki, áðrenn Lina Magull javnaði fyri Týskland, tá 11 minuttir vóru eftir at spæla.

Í umdystinum hendi lítið, áðrenn Chloe Kelly avgjørdi dystin og tryggjaði ensku kvinnunum sín fyrsta stóra heiður.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928