Fimm fólk og eitt felag hava keypt fastogn

Fimm fólk og eitt felag hava keypt fastogn
Nýggja lógin forðar fyri, at útlendingar keypa ov nógv hús í Føroyum uttan at hava persónligt ella vinnuligt tilknýti her.
Lógin um útlendingar og fastogn í Føroyum kom í gildi í desember í fjør.
 
01.08.2022 - 08:44

Fimm fólk og eitt felag hava fingið loyvi frá landsstýrinum til keypa fastogn í Føroyum sambært lógini, sum kom hálvan desember í fjør. 

Meginreglan í teirri lógini er, at fólk og feløg, sum ikki hava havt fastan bústað í danska ríkinum í samanlagt fimm ár, skulu hava loyvi frá landsstýrinum, ætla tey at keypa hús í Føroyum.

Lógin skal forða fyri, at útlendingar keypa ov nógv hús í Føroyum uttan at hava persónligt ella vinnuligt tilknýti til Føroya.

Men lógin skal eisini tryggja, at ikki vera settar óneyðugur forðingar fyri útlendskum vinnuvirksemi í Føroyum, virksemi, sum er føroyska samfelagnum at gagni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928