Kynslig misnýtsla: Fyrningarfreistin skal burtur

Kynslig misnýtsla: Fyrningarfreistin skal burtur
Hetta verður kravið, tá tað leygardagin verður skipað fyri fyri kravgongu í Havn
 
01.08.2013 - 10:52

Endamálið við kravgonguni er, sambært fyriskiparunum, at vísa á at tað ongantíð er ov seint at bróta tøgnina, tá talan er um kynsliga misnýtslu av børnum.

Mótmælisgongan byrjar leygardagin klokkan 14.00 við svimjihøllina í Gundadali. Haðani verður gingið oman eftir R.C. Effersøesgøtu, har steðgað verður við Barnaverndarstovuna, áðrenn farið verður víðari oman til Tinghúsið.

Felagssangir verða sungnir á vegnum, og uttan fyri løgtingið er ætlanin at seta eitt lítið flagg í vøllin fyri øll tey, ið eru vorðin misnýtt kynsliga.

Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, og Rigmor Dam, løgtingskvinna, vera millum tey, ið flyta fram røður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166