Soleiðis siglir Herjólfur III

Soleiðis siglir Herjólfur III
Nú nærkast, at Smyril skal í dokk, og í tí sambandi hevur Strandferðslan kunngjørt ferðaætlanina hjá íslendska avloysaraskipinum, Herjólfi III.
 
06.08.2022 - 13:22

Smyril siglir fríggjakvøldið 19. august seinasta túrin av Havnini og suður á Krambatanga, og morgunin eftir, leygardagin 20. august, byrjar Herjólfur III sína sigling við túri av Krambatanga til Havnar.

Meðan Herjólfur III røkir siglingina fram til fyrst í oktober mánað, siglir hann hvønn dag tríggjar ferðir aftur og fram millum Suðuroynna og Havnina.

Hann loysir á Tvøroyri hvønn morgun klokkan 6, seinnapart klokkan 14 og um kvøldið klokkan 22, og úr Havnini siglir hann klokkan 10 fyrrapart, klokkan 18 um kvøldið og klokkan 2 um náttina. 

Hesa tíðina verða avmarkingar í farmaflutninginum á Suðuroyarleiðini, og komandi dagarnar fer Strandferðslan at kunna um, hvussu farmaflutningurin verður skipaður og hvussu farmabílegging fer fram.

Í sambandi við broyttu ferðaætlanina á Suðuroyarleiðini verða eisini broytingar á bygdaleiðunum 700 og 701, sum koyra í Suðuroynni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328