Varandi orkukeldur settu met í juli

Varandi orkukeldur settu met í juli
Vatn og vindur góvu tríggjar ferðir meira enn vanligt, og SEV spardi 2.400 tons av tungolju í juli
Vatnorkan hjá SEV gav níggju Gigawatt-tímar í juli.
 
08.08.2022 - 08:20

Juli var framúrskarandi, tá hugsað verður um orku úr varandi orkukeldum. 

Vatn og vindur góvu tríggjar ferðir meira enn vanligt enn í juli, sigur SEV.

Í juli í fjør komu 90 prosent av streyminum frá Sundsverkinum og Vágsverkinum, tað er frá olju.

Sundsverkið brúkti 5.700 tons av tungolju, sum eru 183 tons um dagin í miðal, í juli í fjør.

 

Setti met

Men juli í ár setti met viðvíkjandi varandi orkukeldum. Vatn gav níggju Gigawatt-tímar. 

Seinastu 20 árini hevur miðalframleiðslan úr vatni verið góðar tríggjar Gigawatt-tímar í juli.  Í juli í fjør gav vatnið bara 0,8 Gigawattímar.

Vindurin setti eisini met í undanfarna mánað. Hann gav 6,5 Gigawatttímar. 

Miðalframleiðslan hevur verið 2,4 Gigawatt-tímar seinastu átta árini.   

 

Varandi orka 44,5 prosent

SEV spardi 2.400 tons av tungolju í juli.

Til 1.august í ár er varandi orkan 44,5 prosent og oljan 55,5 prosent. 

SEV hevur ongantíð áður gjørt so nógvan streym sum í ár, 3,4 prosent meira enn í fjør.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815