Samskifta nú við tryggingina um skaðan

Samskifta nú við tryggingina um skaðan
Stórur eldur og nógvur hiti var í vinnubygninginum við Ljósá í gjárkvøldið
Stórur eldur var í vinnubygninginum hjá KJ Sandblásing í gjárkvøldið.
Mynd: Rose's Cafe á Facebook.  
 
10.08.2022 - 12:58

Um hálvgum seks tíðina í gjárkvøldið var boðað frá eldi í vinnubygninginum hjá KJ Sandblásing við Ljósá.

Talan var um stóran eld og nógvan hita, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ Hydraulik.

Ein arbeiðsmaður hjá KJ var í bygninginum, tá eldurin kyknaði:

 

1542896

 

Um hálvgum ellivu í gjárkvøldið tíðina var minni roykur, og tamarhald var á støðuni. 

Nú verður samskift við tryggingina, sigur Ólavur Asafsson Olsen, men enn ber ikki til at siga, hvussu stórur skaðin er:

 

1542898

 

Einki fólk fekk skaða av eldinum, men í gjárkvøldið var neyðugt hjá løgregluni at flyta trý ella fýra húski burtur, tí roykurin var vandamikil.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815