Metnógv fólk á Ovastevnu

Metnógv fólk á Ovastevnu
Nógv fólk hevur verið á Regatta og Ovastevnu um vikuskiftið. Sambært fyriskiparunum av Ovastevnu vóru metnógv fólk í Nólsoy
Mynd: Evy Toftegaard Nielsen  
 
14.08.2022 - 15:06

Í fjør vóru okkurt um 6.000 fólk á Ovastevnu. 

Eftir ferðaætlanini skuldi Ternan sigla seinasta túr úr Nólsoy klokkan hálvgum seks í morgun, men tá var bygdin framvegis full av fólki, siga fyriskipararnir, og tí var neyðugt hjá Ternuni at sigla eykatúrar.

Sambært vakthavandi á politistøðini var støðan eitt sindur kaotisk á havnarlagnum í Nólsoy um fýra-tíðina í nátt. Har var ein øgilig trokan av fólki, sum vildu við Ternuni, tá ið hon silgdi úr Nólsoy klokkan fýra. 

Mett verður, at har vóru tríggjar ferðir so nógv fólk, sum vildu sleppa til Havnar um fýra-tíðina í nátt, enn Ternan megnar at taka.

Ann-Mari av Skarði er forkvinna í nevndini fyri Ovastevnuna, hon fegnast um góðu undirtøkuna og heldur ikki, at tey kundu havt gjørt nakað øðrvísi.

Hoyr samrøðu við Ann-Mari av Skarði í útvarpstíðindunum.

1543554

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860