Iran: Vit hava einki við álopið at gera

Iran: Vit hava einki við álopið at gera
75 ára gamli Salman Rushdie er illa særdur eftir álopið fríggjadagin
Salman Rushdie var álopin, tá hann helt fyrilestur í USA fríggjadagin, og hann er illa særdur.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.08.2022 - 14:36

Iran eigur ongan lut í morðroyndini og álopinum á rithøvundin Salman Rushdie.

Tað sigur iranska uttanríkismálaráðið, sum vísir aftur allar ákærur um at hava nakað við álopið at gera, skrivar norska kringvarpið.

- Vit halda ikki, at nakar hevur uppiborið at verða ákærdur fyri álopið á Salman Rushdie í USA, undantikið Salman Rushdie sjálvur og stuðlar hansara, segði Nasser Kanaani, talsmaður fyri uttanríkismálaráðið í Iran, í dag.

- Eingin hevur rætt til at ákæra Iran í hesum sambandi, legði hann aftrat.

 

Illa særdur

Tað var fríggjadagin í síðstu viku, at ein maður leyp á 75 ára gamla Salman Rushdie við knívi, tá ið hann helt fyrilestur í býnum Chautauqua í amerikanska statinum New York. Hann varð stungin fleiri ferðir, bæði í hálsin og búkin.

Rushdie liggur enn á sjúkrahúsi. Hann fekk skaða í livrina, skorið nervar av í armi, og hann er eisini í vanda fyri at missa annað eygað.

 

Livað við deyðshóttanum

Salman Rushdie hevur livað við deyðshóttanum, síðani hann í 1988 gav út bókina "The Satanic Verses", "Tey satanisku ørindini", sum sambært nógvum muslimum háðar og spottar profetin Mohammed. 

Táverandi andaligi leiðarin í Iran, Ayatollah Khomeini, lýsti deyðadóm - eina sonevnda "fatwa" - yvir Rushdie. Og hann bjóðaði tríggjar milliónir dollarar til tann, sum megnaði at drepa Rushdie.

Síðani hevur Rushdie verið noyddur at krógva seg, og hann hevur livað eitt lív umgyrdur av trygdarfólki.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815